Tað fyrsta á skránni er »Heystið í urtagarðinum«. Tað er Michael Jacobæus, sum kemur at greiða frá, hvussu leykir skulu setast í jørðina, og hvussu ein skal bera seg at við at skera trø og runnar í urtagarðinum Hetta verður hósdagin 27. september klokkan 19. Sunda bókasavn heldur til í Norðskála-Oyrar skúla á Oyrarbakka og er samstundis námsfrøðiligi tænastudepil skúlans. Bókasavnið er opið fyri almenninginum mikudag klokkan 14?16 og 19?20. Seinnapartin er tað serliga barnagarðurin, ið brúkar bókasavnið, og smábarnafamiljurnar eru raskar at vitja bókasavnið um kvøldarnar, skrivar bókasavnið í tíðindaskrivi.