Súna og Lív tryggjaðu Ajax javnleik í seinastu løtu

Ajax hevur tryggjað sær fyrsta stigið í niðurflytingarbólkinum í bestu donsku hondbóltsdeildini

Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen, Rakul Wardum og liðfelagarnir í Ajax spældu í dag á útivølli Ringkøbing í niðurflytingarbólkinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Ringkøbing var á odda 20-19, og klokkan vísti 29:55 í seinna hálvleiki, tá Súna fann Lív við einari fríspæling, og Lív setti bóltin í netið til endaliga úrslitið javnleik 20-20.

 

Stigið kemur sera væl við hjá Ajax, ið undan dystinum í dag hevði tapt 15 dystir á rað. Talan var um einasta málið hjá Lív í dagsins dysti, men sigast má, at hon valdi løtuna væl.

 

Súna skoraði trý mál, vann liðnum eitt brotskast og legði upp til eitt mál, og eisini hon valdi løtuna væl má sigast. Rakul var annar málverji í dag. Hennara hagtøl vóru ein bjarging upp á tríggjar málroyndir ta stuttu løtuna hon slapp at verja málið hjá Ajax í dag. 

 

Horsens, Ringkøbing og Sønderjyske eru fremst í niðurflytingarspælinum við fimm stigum hvør. Skanderborg hevur tvey stig, og Ajax er aftast við einum stigi. 

 

Komandi mikukvøld spælir Ajax á heimavølli móti Horsens. 30. apríl spælir Ajax móti Skanderborg á útivølli í einum dysti, ið kann vísa seg at blíva sera avgerandi.