Súna gjørdist toppskjútti hjá Ajax

Súna K. Hansen var einasta føroyska ljóspunktið í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld

Tað var bara Súna K. Hansen (myndin) av teimum fýra føroysku landsliðsleikarunum í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum, ið stóð fyri einum góðum avriki í kvøld.

 

Súna gjørdist toppskjútti og skoraði fimm mál, legði upp til tvey mál og vann liðnum hjá sær, Ajax tvey brotskøst í kvøldsins dysti móti Horsens á heimavølli.

 

Ajax avrikaði væl í fyrra hálvleiki, og var Ajax á odda 15-13 í steðginum. Í seinna hálvleiki var Horsens tó greitt omaná, og liðið úr Jútlandi vann at enda dystin 29-24.

 

Ajax er framvegis aftast í deildini við ongum stigi aftaná 19 dystir. Og tað eru heili átta stig upp til næstaftasta liðið, Bjerringbro sum hevur átta stig. So tað sær sera torført út hjá Ajax at bjarga sessinum í deildini. 

 

Pernille Brandenborg var ikki millum málskjúttarnar hjá Keypmannahavn, ið vann 25-20 (11-11) á Bjerringbro á útivølli.

 

Keypmannahavn er nummar sjey í deildini við 18 stigum.

 

Jana Mittún var heldur ikki millum málskjúttarnar hjá Viborg, ið tapti á heimavølli 27-28 (10-12) fyri Nykøbing Falster.

 

Viborg er nummar átta í deildini við 18 stigum.

 

Landsliðsmálverjin, Rakul Wardum fær harða kapping frá Idu Vium. Liðið hjá Rakul, Ringkøbing tapti á heimavølli 25-29 fyri Sønderjyske. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Rakul bjargaði tveimum av 13 málroyndum, meðan Ida Vium bjargaði átta av 24 málroyndum.

 

Ringkøbing er nummar níggju í deildini við 15 stigum.

 

Komandi týskvøld tekur Keypmannahavn móti greiða oddaliðnum, Team Esbjerg á heimavølli. Komandi mikukvøld tekur Viborg móti Herning Ikast. Sama kvøld spælir Ajax á útivølli móti Aarhus, og Ringkøbing spælir á útivølli móti Horsens.