Upp til 10.000 pakkar av Sun Lolly Appelsin vatnísum til at frysta heima verða nú afturkallaðir av framleiðaranum. Talan er um sokallaður pakkarnar við 10 ísum í hvørjum pakka. Heilsufrøðiliga Starvsstovan upplýsir, at vælumtóktu vatnísarnir, sum vanliga verða nógv seldir í summarhitanum, eisini eru at finna í føroyskum handlum.
Orsøkin til, at vøran verður afturkallað er, at hon inniheldur evnið Sulfit, sum hevur merkingina E 222, men at hetta ikki framgongur á vørumerkingini.
Sulfit kann elva til eina allergiska reaktión hjá persóni, sum er ovurviðkvæmur fyri Sulfit.
Pakkarnir, talan er um, hava haldføri millum 18.apríl í 2012 og 14. juli í 2012.
Ráðini til borgarar, sum hava fingið ein slíkan Sun Lolly Appelsin pakka, við haldførinum millum 18 apríl 2012 og 14 juli 2012, er at lata vøruna innaftur til handilin ella at beina vøruna burtur.
Ísurin verður framleiddur av CO-RO Food í Frederikssund.