Í fleiri ár eru nakrir sjúklingar við psoriasis og gikt sendir uttanlands til kroatia til serliga viðgerð, sum hevur hjálpt væl. Men nú er landssjúkrahúsið mestsum hildið upp at við tí og í hesum sambandi hava bæði Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Edva Jacobsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin, spurt landsstýrismannin í heilsumálum, hvussu støðan er. Kaj Leo Holm johannesen, landsstýrismaður, sigur at vanliga hava einir 20 sjúklingar fingið hesa viðgerðina um árið.
Frá 2012 til 2014 vóru tað bara sjúklingar við psoriasis, sum vórðu sendir til Kroatia, men síðani 2015 eru eisini sjúklingar við gikt sendir hagar til fyribyrgjandi viðgerð. Í 2012 vóru kortini fimm sjúklingar í Ísrael og í 2013 var ein í Íslandi, annars hava allir verið í Kroatia. Hesi seinastu árini hava tað vanliga verið einir 10 sjúklingar við psoriasis og einir 10 sjúklingar við gikt, sum hava fingið hetta tilboðið.
Men nú hevur Sjúkrahúsverkið boðað frá, at tey hava broytt mannagongdina. Orsøkin er, at tað eru hend stór framstig í viðgerðini hesi seinnu árini, og eitt nú er viðgerðin við lívfrøðiligum heilivági til hesar báðar sjúklingabólkarnar ment heilt nógv. Sambært Sjúkrahúsverkinum fáa teir allarflestu sjúklingarnir betri úrslit við nýggja heiliváginum enn teir fáa við at verða sendir til Kroatia. Tískil eru tað nú nógv færri, sum verða send hagar til fyribyrgjandi viðgerð og higartil í ár er tað bara ein sjúklingur við psoriasis, sum er sendur hagar.