Nú fara summir pápar kring landið at fáa betri sømdir úr barsilsskipanini. Talan er um pápar, sum búgva á oyggjum, sum ikki hava fast samband við meginøkið. Tað sigur løgmaður í frágreiðingini, sum fylgir við ólavsøkurøðuni, hann helt ólavsøkudag.
Sum skipanin er nú, eru tað kvinnur í Suðuroy, og á øðrum oyggjum, sum ikki hava fast samband við meginøkið, og sum mugu til Havnar í tvær vikur, áðrenn tær eru settar at eiga.
Men nú ætlar samgongan at broyta barsilsskipanina, soleiðis at menn teirra eisini skulu fáa rætt til útgjald úr barsilsskipanini í tvær vikur áðrenn barnið er føtt. Orsøkin er, at hesar familjurnar koma í eina ringa støðu, tá ið annar forsyrgjarin noyðist at fara frá børnunum í eitt tíðarskeið áðrenn barnsburð, sigur løgmaður.
Annars er tíðarskeiðið, ið foreldur hava rætt til barsilspening eftir barnsburð, longt átta vikur, so at barnsburðarfarloyvið nú er 46 vikur. Men Aksel V. Johannesen sigur, at málið er at leingja tíðarskeiðið upp í eitt ár.