Tað eru fleiri av verandi húsavørðum, ið eru ónøgdir við, at skipanin nú verður broytt.
- Tað er jú langur vegur at koyra niðan á Hjalla at stempla inn, tað er so eitt. Eitt annað er, at nú skulu húsavørðarnir ikki longur verða knýttir at einum einstøkum stovni ella skúla, sigur Kári Vilhelmsen, ið er umboðsmaður fyri húsavørðarnar hjá Tórshavnar kommunu.
Serliga tað, at húsavørðarnir ikki longur eru knýttir at einum einstøkum stovni ella skúla, er ónøgd við.
- Húsavørðarnir eru jú vorðnir góðir við tann stovnin, teir eru knýttir at, men tað er ikki nógv annað at gera, enn at royna hesa nýggju skipanina, sigur Kári Vilhelmsen.
Tað er kanska mest millum teir eldru húsavørðarnar, at størst ivasemi er.
- Tú veits, hvat tú hevur, men ikki, hvat tú fær. Tað er nokk har, vit eru. Men eg havi so ikki hoyrt um nakran, sum er so ónøgdur, at hann ætlar at siga upp, sigur Kári Vilhelmsen.
Hann sigur, at teir hava verið á fundi við leiðsluna, og at ætlanin er at seta nýggju skipanina í gongd so skjótt til ber.
- Teir søkja eftir einum formanni, og eg haldi, at umsóknarfreistin er 15. januar. Síðani er ætlanin at seta formannin so skjótt, sum til ber. Vit mugu so bara fylgja við, tað ber ikki til at gera annað. So fáa vit at síggja, sigur Kári Vilhelmsen, sum er umboðsmaður fyri teir 38 húsavørðarnar í høvuðsstaðnum.