Summir bústaðir verða nú bíligari at eiga

BankNordik bjóðar nú ávísum lánveitarum eina bíligari rentu

BankNordik fer nú at seta eitt nýtt, grønt, bústaðarlán, í gildið og tað fer at gera tað bíligari at taka lán til sethús og íbúðir, ið brúka varandi orku.

Bankin sigur í einum tíðindaskrivi, at endamálið er at stuðla upp undir tað grøna orkuskiftið í føroyska samfelagnum.

Lægsta renta á grøna bústaðarláninum verður nú  2,45 prosent, og til samanberingar er lægsta renta á teimum vanligu bústaðarlánunum 2,75 prosent.

– Á henda hátt vilja vit geva okkara íkast til at seta ferð á tað grøna orkuskiftið, sigur Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik.

Hann sigur, at frá 1. apríl kunnu øll viðskiftafólk, ið hita bústaðin við einari grønari orkuskipan, skifta tað vanliga bústaðarlánið um við nýggja, grøna bústaðarlánið og harvið fáa eina lægri rentu og eitt bíligari lánsgjald. Grønar orkuskipanir eru hitapumpur, eitt nú jarðhiti – og eisini fjarhiti, ið brúkar varandi orku. Men bankin tekur eitt avgreiðslugjald fyri at leggja lánið um. 

– Tað er ein treyt fyri at fáa grøna bústaðarlánið, at húsarhaldið ikki brúkar oljufýring, sigur bankin.

Samstundis hevur bankin sett sær fyri, at í 2025 skal CO2 útlátið frá Bankanum sjálvum verða 50 prosent minni enn tað er nú.

Ein máti at røkka hesum málinum, er at skifta allar bilar út við elbilar og við at leggja um til varandi orkuskipanir í bygningum. Og tey taka eisini við í roknistykkið, at orkan frá SEV verður alsamt grønari hesi næstu árini.