Løgmaður hevur sjálvur tjent sær sína fullu pensjón upp á 35.000 um mánaðin, tá hetta skeiðið er av. Tað hava øll hini eisini, uttan Kári Post, sum tó er komin væl áleiðis við at vinna sær fulla pensjón sum tingmaður, sum helst kann ganga upp í tað, sum honum vantar í til fulla landsstýrispensjón.
Eftir nýggja uppskotinum fáa tey 15 prosent oman á lønina til pensjón – akkurát sum onnur fólk.
Men so verður tað persónliga atlitið: Fara tey at seta hesa skipan í gildi fyri tey sjálvi, ella vilja bíða við at seta skipanina í verk, til onnur fólk manna landsstýrið?
Tey kunnu gera hetta – ella hitt. Tey vinna í øllum førum persónliga, annaðhvørt við feitari løn ella feitari pensjón









