Gjaldið, vit rinda til Kringvarp Føroya, skal endurskoðast. Tað gjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna, greitt í Løgtinginum, nú ein dagin, Kringvarpið var til umrøðu. Hon sigur, at ein arbeiðsbólkur við formonnunum úr øllum flokkum á Løgtingi, sigur og viðger málið, og landsstýriskvinnan sigur, at arbeiðið líður ímóti endanum.
Rigmor Dam sigur, at endamálið er at fáa semju ímillum samgongu og andstøðu um málið. Hon sigur, at tað verður gjørt, tí tey hava ásannað, at hjá summum er kringvarpsgjaldið ov høgt. Eitt nú hava tey ásannað, at hjá smáum vinnufyritøkum, við einum, ella heilt fáum starvsfólkum, er kringvarpsgjaldið ov høgt.
Tey halda eisini, at kringvarpsgjaldið hjá fyritíðarpensjónistum eigur at verða lækkað, tí sum nú er, rinda teir fult gjald, samstundis sum at fólkapensjónistar rinda nógv minni. Vanlig fólk rinda 150 krónur um mánaðin í kringvarpsgjaldi, men fólkapensjónistar rinda 50 krónur um mánaðin. Og nú er ætlanin, at fyritíðarpensjónistar eisini skulu rinda 50 krónur um mánaðin.
Tá ið Kringvarpsgjaldið varð umlagt, fekk Kringvarpið hægri inntøkur, men tað er longu etið upp av lønarhækkingum og øðrum, hevur Rigmor Dam fingið upplýst. Og skal Kringvarpið missa inntøkur, tí at gjadið skal lækka hjá summum, fer tað tískil at fáa avleiðingar fyri virksemi. Serliga stúrir landsstýriskvinnan fyri, at tað fer at raka tilfar til børn og ung, umframt mentanartilfar annars.
Hinvegin er eitt hámark sett á, soleiðis at ongin fyritøka rindar meiri enn 12.000 krónur í kringvarpsgjaldið um árið, sama, hvussu stór hon er. Og Rigmor Dam sigur, at skal kringvarpsgjaldið lækkast hjá summum, er tað ein gongd leið at hækka tað hjá teimum stóru fyritøkunum fyri at forða fyri, at Kringvarpið skal missa inntøkur av hesum.
Harafturat er eisini ætlanin at geva Kringvarpinum loyvi til at goyma inntøkur frá Gekkinum, tí sum reglurnar eru nú, skulu inntøkurnar frá Gekkinum brúkast sama ár, og kunnu goymast til komandi ár.
Samstundis heldur landsstýriskvinnan at spurningurin er um inntøkurnar hjá Kringvarpinum skulu hækkast automatiskt so hvørt sum prísirnir í samfelagnum hækka. Tað verða tær ikki nú, og tað merkir, at í roynd og veru minka inntøkurnar ár um ár.
Umframt kringvarpsgjaldið, viðger arbeiðsbólkurin eisini spurningin um Kringvarpið skal fara sundur aftur í tvær tíðindadeildir, ella kanska fleiri tíðindadeildir. Tey skulu eisini taka støðu til, hvussu kringvarpsstýrið skal mannast og um nøkur førleikakrøv skulu setast til stýrislimirnir.