Í kvøld fær dansistaðið DEEP í Havn, forkunnuga vitjan av tveimum gestum úr kendu
donsku sjónvarpsrøðini Summer i Sunny Beach. Teir báðir Jeppe og Mikkel eru júst lendir í Vágunum, og siga teir seg vera sera
spentar til at uppliva Føroyska náttarlívið.
Jeppe og Mikkel eru kendir fyri at duga at gera einahvørja veitslu ógloymandi.
Shakarnir, súgvirørini, mikrofonirnar og alt tað ið skal til, verður tikið í brúk í
kvøld, fyri at fáa stemningin at kókad.
Hevur ein áður verði í Sunny Beach, veit ein alt um hvussu ballini har niðri eru, og
stemningurin í Deep, verður júst hesin í kvøld.