Ódnarveðrið, sum boðað hevur verið frá seinastu dagarnar, er nú brostið á av álvara. Serliga er tað norðanfyri og í vestaraparti av landinum at tað er ringt veður. Men eisini í Suðuroy er fitt av vindi summastaðni, á Fámjinsvegnum er hann upp í 41 metrar.
Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki sigur, at hann hevur mált upp í 51 metrar um sekundið á Gjáarvegnum og sambært maskinføraranum, sum grevur har, er tað »himmalsins ódnarveður« á Gjáarvegnum, og ikki hugsingur um at koyra.
Yvirhøvur er so nógvur vindur, at Landsverk mælir frá allari óneyðugari koyring, sum Árni Jacobsen málber seg. Á Oyndafjarðarvegnum er heldur ikki koyrandi.
Tað er eisini hált og krapi, og í erva á Vestmannavegnum er jarðrok, men tað verður kaldari, so tað er væntandi, at tað verður meiri jarðrok í erva og meiri krapi í neðra.
– Tað er skjótt at fólk kunnu koma í trupulleikar, skuldi hann øtla veðrið, sigur Árni Jacobsen.