Fimm dystir verða spældir í Vodafone-deildini í dag.
Oddaliðið, HB, vitjar hjá B68 á Svangaskarði, og hetta líkist einum sonnum braki. Toftamenn hava verið sera væl fyri seinastu vikurnar, og við einum sigri kunnu teir av álvara leggja seg út í stríðið um heiðursmerkir.
Í Sørvági vitja føroyameistararnir úr EB/Streymi, sum nú eru í álvarsligum vanda fyri púrasta at missa sambandið við heiðursmerkjarøðina.
Í Fuglafirði er grannauppgerð millum ÍF og Víking, og eisini á Argjum er grannauppger, tá B36 kemur á vitjan.
Teir fýra dystirnir á Toftum, í Sørvági, á Argjum og í Fuglafirði byrja klokkan 15.
Seinasti dysturin er í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti NSÍ. Enn hevur KÍ ikki vunnið ein dyst í Vodafone-deildini hetta kappingarárið, og skal KÍ vera lív lagað í bestu deildini, skulu stig inn á kontina - og tað skjótt eisini.
Rás2 sendir beinleiðis frá dystinum í Klaksvík, sum byrjar klokkan 17.










