Næstu dagarnar verður summarveður kring alt landið, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur:
- Um vikuskiftið verður gott veður. Í morgin verður lítil og eingin vindur, kanska nakrir fáir mjørkaflókar, men annars sól. Sunnudagin klárnar í luftini, so tá verða eingir mjørkaflókar. Tey, ið ætla sær ella eru á G! Festivali í Gøtu, skulu ikki stúra. Hitin fer at liggja millum 15-20 stig um dagin, og um næturnar verða 10 stig, sigur Petur Skeel Jacobsen og leggur afturat, at góða veðrið heldur fram fyrst í næstu viku.