Summartónar 2022 og Várframsýning hjá kvøldskúlanum í Salt

Sunnudagin 1.mai kl.15.00 setir Tvøroyrar Hornorkestur Summartónar 2022 í Salt, sum í ár hevur 30 ára hátíðarhald.

 

Tvøroyrar Hornorkestur er ein partur av kvøldskúlavirkseminum á Tvøroyri, og eftir konsertina byrjar árliga Várframsýningin hjá kvøldskúlanum frá klokkan 16.00 og úteftir.

 

- Øll eru hjartaliga vælkomin. Tað er ókeypis at koma inn. Møguleiki verður at keypa sær kaffi og køku, siga fyrireikararnir.