TíðindaskrivSandavágs Ítróttarfelag fer at enda summarið við einum stórum tiltakið í Sandavági leygardagin. Byrjað verður klokkan um middagsleitið, og hildið verður á út á náttina.
Tiltakið verður hildið bæði kring ítrróttarhúsið og fótbóltsvøllin og á parkeringsøkinum uttan fyri hølini hjá Tryggingarfelagnum.
Heima í bygdini verður stórt laksatorg, har til ber at smakka og keypa royktan laks. Eisini fara handlarnir í Sandavági at hava sølutorg úti hendan dagin. Tombola, loppumarknaður og grill verða eisini á torginum. Fólk, sum hava eitthvørt, tey vilja selja, so sum heimavirki av ymsum slag, fáa eisini møguleika at gera tað hendan dagin.
Undirhald verður bæði til land og til vatns. Í ánni sleppa børnini at rógva í smáum bátum, eins og eisini fjarstýrdir bátar fara at veða a síggja í stóra hylynum. Og á landi sleppa tey at roynsa seg sum motorsúkklu korarar. Tað verður á Loftagrund.
Av øðrum tiltøkum kunnu nevnast mat- og køkutombola, hoppiborg, sumoglíming og fiskibrunnur. Sandavágs kirkja er opin fyri vitjandi, og greitt verður frá kirkjuni og tí, sum har er. Eitt nú rúnarsteininum.
Ítróttur verður sum vera man eisini á skránni. Bygjað verður við endaumfari í fótbólti hjá gentum 12-14 ár. Seinnapartin verður skemtidystur á fótbóltsvøllinum millum fráflutt og tilflutt vágafólk.
Rennikapping av serligum slag verður eisini, har runnið verður niðan á Húsafelli og aftur.
Um kvøldið verður drekaflúgving og felagssangur á økinum uttan fyri kirkjuna. Seinni verður so diskotek í SÍF húsinum.