Summar
Um viðrar verður í morgin skipað fyri hugnaløtu úti í Grøv, sum er ætlað øllum norðingum.
Tað eru, Felagið Hugni, Dagtilhaldið og Áhugabólkurin fyri eldri í Norðoyggjum, ið skipa fyri hesum summartiltaki, sum serliga er ætlað teimum eldru.
Hini bæði árini var undirtøkan góð, fyrru ferð vóru 160 fólk og seinnu ferð 200.
Á skránni verður felagssangur við harmonikuspæli. Jógvan Gerðalíð fer at hugleiða um náttúruna, og minnast aftur á barna- og ungdómsdagar. Eisini verður kaffi og vaflur at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum verður lýst nærri í Útvarpinum.









