Tá summar er, vilja vit øll slepa út at njóta náttúruna, hitta fólk og fara til ymisk tiltøk. Tað er tí umráðandi, at atkoman er í lagi, bæði til bygningar og útitiltøk og ikki minst, at atkoma er til handikapvesi.
Um onki handikapvesi er á staðnum, mugu tey, sum skipa fyri, við skeltum og aðrari upplýsing vísa á, hvar nærmastu toilettini eru, og tryggja, at kandikapvesi er opið og atkomiligt. Um skelti verða brúkt at upplýsa um vesini, mugu tey vera á sjónligum stað og hava hóskandi stødd.
Nýggj byggilóggáva er júst sett í gildi. Hon er galdandi fyri nýbygging, umvæling, umbygging, afturatbygging umframt broyting í nýtslu av bygningum. Tað er at fegnast um, at henda lóggáva skal tryggja okkum, at persónar, sum eru illgongdir og sum sita í koyristóli, á jøvnum føti við onnur, kunnu koma inn í bygningar, sum eru fyri almenningin.
Men byggilóggávan fevnir ikki um eitt nú skýli og tílíkt, sum ikki eru ætlað at hýsa fólki. Tí er umráðandi, at útitiltøk eisini taka hædd fyri koyristólum. Sleppur koyristólurin framat, so sleppur barnavognurin og barnastólurin eisini, og tástandi gerast tey ymsu tiltøkini veruliga almenn, minnir ráðið fyri brekað á.