Leygardagin er konsert í Havnar Kirkju klokkan 11:30. Har spælir bólkurin Kvonn, ið er mannaður við fólki, sum vit fyri stóran part kenna frá Spælimonnunum.
Klokkan 16 er konsert í Mullers Pakkhúsi við kórinum Tarira. Við Gjáogv er Gjáargarður karmur um konsert við Athene Kvartettini. Og á sama stað er konsert klokkan 20:30 við Aldubáruni.
Carmen Flamenco er í Sjónleikarhúsinum í Havn klokkan 22:30.
Flestu av nevndu framførslum hava eina ella fleiri frumframførslur á skránni.
Sunnudagin
Sunnudagin er Marselis Kvartettin í Sørvágs Kirkju klokkan 16:00.
Aldubáran spælir á Listasavninum á Sandi klokkan 16:00.
Fjørukrógvin í Vestmanna er karmur um konsert við Athene Kvartettini klokkan 16:00.
Har er eisini føroyski bólkurin Tjant við og at enda spæla báðir bólkarnir saman.
Klokkan 17:00 er konsert í Listaskálanum í Havn við Atla Ellendersen, violin, og Sune Vejlby Brogård, klaver.
Klokkan 21:00 sunnudagin er Audio Exhibition í Sjónleikarhúsinum í Havn. Har eru við Annfinnur Heinessen, sjónleikari, Matias Selbæk, slagverk, og Andras Olsen, trombon.