Fríggjakvøldið bjóðar Grót aftur til Summartónar í Tøting við Tjant og Benjamin Petersen.
Tjant er tónleikaverkætlan hjá tónaskaldinum og guitaristinum Heðin Ziska Davidsen. Heðin hevur verið at sæð í nógvum ymiskum bólkum á føroyska tónleikapallinum. Ikki minst sum langhærdur guitaristur í tungmálmsbólkinum Hatespeech. Men tað eru nú longu nógv ár síðan hann lat hárið falla, og leitaði sær aðrar leiðir. Í 2003 kom útgávan Tjant, har Heðin royndi seg sum jazz tónaskald, og hann tók uppaftur avbjóðingina nøkur ár seinni við A Beam of Light.
Hóast manningin er eitt sindur skiftandi, so stillar hann upp fríggjakvøldið við sínum trúgvu fylgisveinunum Mikael Blak og Brandur Jacobsen.
Hóast sín unga aldur, so er Benjamin longu ein av Føroya mest nýttu guitaristum, bæði til upptøkur og á palli. Men fríggjakvøldið fer hann at framføra egið tilfar. Hetta verður partvís tilfar frá hansara komandi fløgu, sum kemur seinni í ár.
Við sær á pallin fríggjakvøldið hevur Benjamin Petersen, Jan Rúna Poulsen og Mikael Blak
Konsertin byrjar kl. 21.00.









