Summartónar í Ruth Smith savninum leygardagin

Eitt av forvitnisligu støðunum, ein kann vitja í Suðuroynni, er Rutj Smith savnið. Summarhálvuna eru ofta nógv ferðafólk, ið leggja leiðina framvið.

Leygardagin verður konsert í Ruth Smith savninum í Vági við Lív í Baianstovu (sangur, guitar, munnharpa og rútmur) & Ari Bjarkason (klarinett).

Tey bæði fara at framføra løg hjá Lív í Ruth Smith Savninum í Vági leygardagin 15. juni kl. 20.00.

Konsertin er partur av skranni hjá Summartónum.