Havnar Jazzfelag og felagið Føroysk Tónaskøld hava gjørt av at leggja Summartónar og Jazzfestivalin saman.
-Tað eru somu fólk sum ganga aftur í samband við fyrireikingarnar av Jazzfestivalinum og Summartónum. Flestu av okkara klassisku tónleikarum eru eisini virknir innan jazztónleikin, og tí haldi eg tað er skilagott at leggja tiltøkini saman, sigur Kristian Blak.
Seinastu vikurnar hava feløgini fundast um samanleggingina, og limirnir í Havnar Jazzfelag og Føroysk Tónaskøld eru á einum máli um, at tað er skilagott at leggja tiltøkini saman.
Endamálið hjá feløgunum er framvegis óbroytt, og við samanleggingini ynskja fyrireikararnir framvegis, at tiltakið verður ein grundarsteinur hjá føroyskum tónleikaskøldum og tónleikarum.
Fyrireika
Nýggi samanlagdi festivalurin fer at bera heitið Summartónar. Fyrireikingarnar til summartónar 2005 er farnar av bakkastokki. Aldubáran fyllir 10 ár komandi ár, og bólkurin verður eitt av høvuðsnøvnunum á tiltakinum. Tað er eisini greitt, at danski bólkurin Duo Saxopran verður millum nøvnini á Summartónum 2005.
Kristian Blak greiðir frá, at í løtuni arbeiða fyrireikarnar at fáa Susanne Lundberg og Marilyn Mazur, Josefine Cronholm og Anders Jormin Trio til Føroyar komandi summar.
Mynd:
Havnar Jazzfelag og felagið Føroysk Tónaskøld hava gjørt av at leggja Summartónar og Jazzfestivalin saman. Á myndini síggjast umboðini fyri Havnar Jazzfelag og Føroysk Tónaskøld, Heðin Ziska Daviden og Kristian Blak.
Mynd: Jonhard Hammer










