Í morgin byrjar árliga tónleikatiltakið Summartónar, sum í ár letur pallin yvir til komponistar, ið hava framleitt tónleik til høvið. Í morgin fer árliga tónleikahátíðarhaldið, Summartónar, av bakkastokki. Tað er Felagið fyri Føroysk tónaskøld, ið skipa fyri tiltøkunum.
Eins og undanfarnu árini, er tónleikastevnan sett saman av einari ørgrynnu av tiltøkum, ið spenna yvir sjey dagar.
Byrjað verður í annaðkvøld, og verður tað millum annað við sjeyti ára gamla Brandi Øssursyni, ið saman við øðrum fer at trína á pall á Hvonn.
-Síðani vit byrjaðu í 1992, hava vit broytt konseptið rættiliga nógv, og í ár hava vit latið pallin yvir til tey, ið hava gjørt tónleik til høvið. Vit hava komponistar úr Føroyum, Danmark, Svøríki, Eysturríki, Sveis og Amerika, og nú er tað ikki bert talan um jazz og funk, sum tað var í byrjanini, sigur Kristian Blak, formaður í Felagið fyri Føroysk Tónaskøld.
Framførslurnar komandi vikuna verða ymsastaðni runt í Føroyum, og millum annað kann nevnast Tórshavn, Hestur, Fuglafjørður, Nólsoy, Mikladalur, Sandavágur, Klaksvík, Runavík, við Gjógv og í Mykinesi.
Atgongumerki kunnu keypast við inngongdina, men til tey, ið ynskja at tryggja sær pláss til tær ymsu framførslurnar kann nevnast, at atgongumerki kunnu keypast eitt nú í Tutl handlinum á Káta Horninum, og á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum www.nlh.fo.