Í mong ár hevur tónleikafagnaðurin Summartónar verið fastur gestur í Føroyum, og ein av undangongumonnunum hevur verið Kristian Blak, og so er aftur í ár. Eyðkent fyri Summartónar er, at tiltøk eru kring landið.
Konsertir eru á skránni, men eisini sonevndar work-shops og fyrilestrar og eisini hittast tónaskøld. Hetta er liður í eini rundferð, har tónaskøld hittast undir heitinum Komponistafundur í Nordkalotten. Luttakarar koma úr Noreg, Svøríki, Finnlandi og Føroyum.
Byrjar í dag
Í dag, 17. juni, byrja Summartónar og so verður hildið á við konsertum og tiltøkum fram til tann 21. juni.
Byrjað verður í Listaskálanum í dag klokkan 20:00. Aslaug Vaa, Nordkalottens Kulturkomité, og Høgni Hoydal, landsstýrismaður við mentamálum, halda røður og tónleikur er sjálvandi eisini á skránni við føroyskum og vitjandi tónleikarum.
Komandi dagarnar eru so tiltøk á skránni. Millum luttakandi tónleikararnar og skøld úr Føroyum eru Jóhannes Andreasen, Andrea Heindriksdóttir, Ólavur Jacobsen, Andras Olsen, Sunleif Rasmusen, Atli Petersen, Agnar Lamhauge, Kári Bæk, Kristian Blak og Tróndur Bogason.
Nøvn úr øðrum londum eru t.d. MiN-ensemblet, Peder Riis-Jensen, Duo Gelland, Hans Erik Dahlgren, Olav Anton Thommessen, Thomas Rimul, Sigmund Lillebjreka, Sanna Ahvenjarvi, Mark Adderley, Erik Forare, Håkan Larsson, KameRana, B. Moe, B.A. Drage, Rolf L. Stensø, Jukka Ruohomaki, Torleif Torgersen.
Í ár verður kanska ikki komið eins víða um landið, sum áður, men tiltøk eru í Havn í Norðurlandahúsinum, Listaskálanum og í Havnar Kirkju og so verður eisini tónleikur at hoyra á Sandi, í Fuglafirði og í Klæmintsgjógv.
15 komponistar, eini 22 tónleikarar, ein dirigentur og 4 fyrilestrahaldarar hittast í Føroyum í hesum døgum, verður upplýst í tíðindaskrivi um Summartónar og komponistafundin.
Skøld hittast
Tónaskøldini í Nordkalotten hittast til fyrilestrar og prát og hetta gongur fyri seg í Klingruni í Norðurlandahúsinum. Endamálið er, at teir siga frá royndum sínum og hoyra frá øðrum, knýta sambond og fáa íblástur í tónastarvi sínum.
Komponistafundurin hevur verið í nøkur ár frammanundan og verður lagdur í samband við tónleikatiltøk, so talan verður um at samtíðarkomponistar, tónleikarar, dirigentar og lurtarar hittast. Dentur verður í ár, eins og vanligt er, lagdur á at spæla tónleik eftir luttakandi tónaskøldini.
Summartónar eru aftur í ár í føroysku luftini og konsertir og tiltøk eru frá í dag og til tann. 21. juni við føroyskum og norðurlendskum tónum, tónleikarum og tónaskøldum.