Nú er summartíð, og hjá nógvum somuleiðis tann árliga ferðingin. Ein túrur sum tú hevur sæð fram ímóti og longst eftir í fleiri mánaðir, og sum helst skuldi givið tær góð minni. Men tað sum skuldi ganga so væl, kann skjótt verða vent til eina marru, um tú ikki ert nóg væl fyrireikað/ur.
Eru tínar tryggingar
í lagi?
Tað er eins umráðandi at eftirkanna tryggingarnar, sum bilin, áðrenn tú fert at halda frí uttanlands, og eigur tú at hava nevndu tryggingar í lagi, áðrenn farið verður avstað.
Familjutryggingin
Familjutryggingin hjá Trygd fevnir um eina ferðagóðstrygging og eina ábyrgdartrygging.
Ferðagóðstryggingin fevnir um teir lutir, sum tú tekur við tær á ferðini, tað verði seg klæði, myndatól og í ein ávísan mun reiður peningur. Ábyrgdartryggingin fevnir um sjálvan teg, um tú gert skaða á aðrar persónar ella lutir hjá øðrum á túrinum. Familjutryggingin tryggjar teg væl, men tú hevur ikki fulna, um tú gerst sjúk/ur og hevur hjálp fyri neyðini uttanlands. Tað ger ferðatryggingin harafturímóti.
Ferðatrygging
Sum kanska mest týdningarmikla, fevnir ferðatryggingin um útreiðslur í sambandi við lækna, tannlækna, sjúkrahús og harumframt heiluvág í sambandi við sjúku.
Hetta kanst tú ikki vera fyriuttan. T.d. kunnu útreiðslur í sambandi við eitt vanligt beinbrot sunnanfyri, lættliga koma upp á tær 50.000 kr. Tað skalt tú sjálv/ur rinda fyri, um tú ikki ert tryggjað/ur. Undantikið er Skandinavia og partur av Englandi, har tú ikki sjálv/ur rindar fyri útreiðsur til lækna og sjúkrahús.
Ferðatryggingin fevnir harumframt um útreiðslur fyri tíni nærmastu, soleiðis at tey kunnu koma til tín, eins og tú og tey tú ferðast saman við, kunnu verða flutt heim, um onkur gerst álvarsliga sjúk/ur. Gerst onkur av tínum nærmastu álvarsliga sjúkur ella doyr, tá tú ert burtur, rindar tryggingin heimferðina alt fyri eitt. Verður ferðin avbrotin orsaka av sjúku ella orsaka av, at tú verður kallað/ur heim, er møguleiki fyri at tú kanst fáa endurrindað eina nýggja ferð. Eisini fevnir ferðatryggingin um vanlukkutrygging.
Ferðatryggingin kann verða teknað sum ískoyti til familjutryggingina ella sum einsæris ferðatrygging, sum fevnir um ávísa ferð.
Biltrygging ? Tað grøna kortið
Fara tit at ferðast við bili, eigur biltryggingin sjálvsagt at vera í lagi. Ábyrgdartryggingin er lógarásett, og tað grøna kortið er skjalprógv fyri, at bilurin er ábyrgdartryggjaður og samstundis prógv fyri, at ábyrgdartryggingin hevur endurgjaldsábyrgd mótvegis øðrum eftir teimum endurgjaldsreglum sum eru galdandi í tí landi, har óhappið er hent.
Í nógvum londum, eitt nú í norðurlondum, er ikki neyðugt at hava tað grøna kortið við sær og er tað vanliga heldur ikki eitt krav í EU londunum, men hetta kann verða gagnligt at hava við sær, serliga í suðurevropa. Í nøkrum londum, serliga í teimum gomlu eysturlondunum, er tað grøna kortið eitt krav. Mynduleikarnir í Litavia og Ruslandi góðtaka ikki tað grøna kortið. Her er neyðugt at tekna eina serstaka ábyrgdartrygging við landamarkið.
Tað grøna kortið er ókeypis og fæst við at venda sær til sítt tryggingarfelag.
Tað reyða kortið
Er bilurin skrokktryggjaður, hevur tú samstundis ein serligan uttanlandsfulna. Tað reyða kortið er prógv fyri hesum og gevur tær rætt til hjálp, um bilurin er fyri óhappi. Í hesum føri er Danmark eisini útland. Hjálpin er t.d. sleipan ella hjálp til nærmasta verkstað ella í ringasta føri verður bilurin fluttur heimafur.
Um ferðast verður uttanlands við bili, verður tær viðmælt at hava bilin skrokktryggjaðan og hava tað reyða kortið við tær.
Tað reyða kortið er ókeypis, og fæst við at venda sær til sítt tryggingarfelag.
Sethúsini
Er ætlanin at ferðast longur enn bert nakrar fáar dagar, er tað eitt gott hugskot at biðja familju ella grannar halda eyguni við sethúsinum, meðan tú ferðast. Eitt vatnrør kann fara at leka og gera stóran vatnskaða bæði á húsið og innbúgvið, um tú ikki varnast hetta í góðari tíð. Eisini kann streymurin svíkja, soleiðis at maturin í frystiboksini verður spiltur. Aðrir skaðar kunnu eisini henda.
Tað er betri at vera fyrivarin enn eftirsnærin.
Góða summarfrítíð!