Summarstjørnur í Atlantis

5 juli verður forvitnisligur fyrilestur um stjørnur og gongustjørnur í mentanarhúsinum Atlantis í Klaksvík.

Tað verður stjørnufrøðingurin Lars Petersen, sum fer at halda fyrilesturin við heitinum ?Summarstjørnur?, ið snýr seg um stjørnur og gongustjørnur, ið vanliga eru at síggja á himmalhválvinum um summarið.
Um summarið eru ikki nógvar stjørnur og gongustjørnur at síggja á himmalhválvinum. Tó ber til at síggja einstøk klár himmallikam, og í fyrilestrinum fer Lars at greiða frá, hvussu ein finnur hesi, og ymiskt annað áhugavert um stjørnufrøðina.
Eisini verður greitt frá um ta ?totalu? sólarmyrkingina, ið verður í 2015, sum einans verður sjónlig í Føroyum og á Svalbard.
Fyrilesturin varir umleið hálvan annan tíma. Aftáná verður orðið frítt, og møguleiki verður at seta stjørnufrøðinginum spurningar.
Lars Petersen er útbúgvin stjørnufrøðingur á Aarhus Universitet. Hann hevur arbeitt við fleiri observatiónsverkætlanum á teimum Kanrisku Oyggjunum og í Chile. Hann starvast nú sum dagligur leiðari á Orion Planetarium í Suðurjútlandi, og hevur nógvar royndir við frálæru í stjørnufrøði, sum fyrilestrahaldari, umframt at hann hevur skrivað nógvar vísindaligar blaðgreinir um stjørnufrøði.
Meir er at síggja um hesi evni á heimasíðuni hjá Orion Planetariuminum www.orionplanetarium.dk