Súkkling
Summarstenurnar eru byrjaðar og súkkling millum børn, ung og vaksin er tí aftur á breddanum.
Kappast bleiv í súkklugreinini, ið kallast Býarsúkkling, og eru rammurnar í Klaksvík sera góðar til júst hesa grein - slætt og breiðir vegir.
Koyrt bleiv eftir Skúlavegi, Gerðagøtu og Biskupsstøðgøtu, har mál og startur var við Føroya Tele/Norðoya Sparikassa.
Meðan tey vaksnu og unglingar koyrdu í 50 minuttir pluss eitt umfar so koyrdu børnini ávikavist trý, fimm og átta umfør.
Unglingar súkklaðu sum sagt saman við teimum vaksnu og tí vóru 8 manns til start.
Tá koyrt hevði verið í uml. 30 minuttir gjørdi Gunnar enn eina roynd at sleppa avstað. Tað eydnaðist og hann megnaði at koyra hinar inn aftur við einum umfari beint áðrenn teir 50 minuttirnir vóru farnir, og sostatt at vinna tryggan sigur.
Spenningur var hinvegin um 2. plássið, ið Sverri M. Edvinsson, Eli Christiansen og Jákup Johansen høvdu kempað um. Sverri dróð longra stráið, vann endaspurtin og gjørdist sostatt silvurvinnari, bert sentimetrar frammanfyri Eli.
Hans vann á heimavølli
Hjá unglingum gjørdist klaksvíkingurin Hans Krosstein vinnari. Býarsúkkling er sterkasta greinin hjá Hans, og tí hevði hann onga trupulleikar við at leggja Bergur og Dánjal aftur um seg, men kappingin hevði allarhelst verið meira spennandi um Dánjal ikki hevði verið so óheppin, tá hann fyrst punkteraði og síðan at ketan datt av.
Torkil vann endaspurtin
Hjá dreingjum 12 til 14 ár var kappingin sera spennandi. Ungu garparnir høvdu flest allir ogna sær kappsúkklu, og tí varð sera javnt millum teir.
Ragnar Jákupsson lá leingi á odda, men var óheppin og punkteraði í seinasta umfari. Tað bleiv ístaðin til ein endaspurt millum Torkil, Rúna og Rana sum Torkil Veyhe vann.
Hjá dreingjum 9 til 11 ár stóð kappingin millum Ivan Joensen og Finnur Mellemgaard. Ivan lá leingi væl fyri, men í avgerandi løtuni fór Finnur frammum og vann tryggan sigur.
Yngri bróður Finnur, Jógvan, ognaði sær eisini gull tá hann vann á Kára Olsen úr Klaksvík, ið eisini royndist væl á súkkluni. Hendan kapping var ímillum dreingir seks til átta ár.
Genturnar kappaðust eisini
Hjá gentum 12 til 14 ár gjørdi Gerda Heinesen úr Klaksvík bart og vann sær ein tryggan sigur, frammanfyri Sáru Olsen og Elsu F. Petersen.
Kristina á Høvdanum, í bólkinum gentur 9 til 11, ár vann eisini tryggan sigur, men kappingin hevði allarhelst verið meira spennandi um girini hjá Elsu Krosstein virkaðu betur. Hon varð noydd at koyra í 1. giri allan túrin, og er ikki lætt at súkkla tá.
Úrslit:
Vaksin:
Nr.NavnFelag/staður
1Gunnar Dahl-OlsenTSF
2Sverri M. EdvinssonTSF
3Eli ChristiansenTSF
4Jákup JohansenTSF
5Hans KrossteinTSF
6Bergur JohansenTSF
7Dánjal MichaelsenTSF
8Geyr GilsteinssonTSF
Unglingar:
Nr.NavnFelag/staður
1Hans KrossteinTSF
2Bergur JohansenTSF
3Dánjal MichaelsenTSF
Dreingir 6 til 8 ár:
Nr.NavnFelag/staður
1 Jógvan MellemgaardTSF
2 Kári á HøvdanumViðareiði
3Gunnar StaksáViðareiði
4Martin OlsenKlaksvík
Gentir 6 til 8 ár:
Nr.NavnFelag/staður
1Maria á HøvdanumKlaksvík
Útg. Jónvør OlsenKlaksvík
Dreingir 9 til 11 ár:
Nr.NavnFelag/staður
1Finnur MellemgaardTSF
2Ivan JoensenKlaksvík
3Niels ChristensenTSF
4Kristian Martin JoensenKlaksvík
5Ólavur HansenKlaksvík
Gentur 9 til 11 ár:
Nr.NavnFelag/staður
1Kristina á HøvdanumKlaksvík
2Elsa KrossteinKlaksvík
Dreingir 12 til 14 ár:
Nr.NavnFelag/staður
1Torkil VeyheTSF
2 Rúni BláfossTSF
3 Rani G. JacobsenTSF
4 Paul Andrias ZiskaTSF
5 Sigmund OlssonTSF
Gentur 12 til 14 ár:
Nr.NavnFelag/staður
1 Gerda HeinesenKlaksvík
2Sára OlsenKlaksvík
3 Elsa F. PetersenKlaksvík