Summarstevnan byrjar hósdagin

Eins og vanligt hevur verið undanfarin ár skipar Kirkjuliga Missiónsfelagi aftur fyri summarstevnu.

Árliga summarstevnan verður hesa ferð í Føroya Fólkaháskúla í døgunum 29. juni til 2. juli.
Høvuðstalarin er hesa ferð Oddvar Dahl úr Noregi, og starvast hann sum boðari hjá Norsk Luthersk Misjonssamband.
Summarstevnan byrjar komandi hóskvøld kl. 20 við møti, og síðani verður hildið á fríggjadagin við bíbliutíma kl. 10.30 og kl. 16 um "Jesu boðskap til meinigheitirnar". Kl. 19.30 er møti við Jóhan Henriksen.
Leygarmorgunin er bíbliutími, og eftir døgurða er ætlanin at fara ein gongutúr. Kl. 16 er møti, har serligur dentur verður lagdur á missiónsvirksemið úti í heimi. Um kvøldið er aftur møti, har ein kvintet úr "Emmaus" í Klaksvík syngur, og ungdómsmøti kl. 22.
Sunnudagin kl. 15 er familjumøti, og kl. 18 endar summarstevnan við møti í Vesturkirkjuni kl. 18. Hetta er samstundis eitt felagsmøti við Meinigheitshúsið í Havn.
Undan sjálvari stevnuni verða fer gestarøðarin, Oddvar Dahl at tosa týskvøldið í Missiónshúsinum í Miðvági og mikukvøldið í "Tabor" á Toftum.