Tað er ikki so lítið, sum bendir á, at eingin steðgur verður í landskappingini í fremstu røð næsta summar.
FSF legði tvey uppskot fyri feløgini at hava sum støði fyri kjakinum. Í báðum uppskotunum er fyrsta umfarið í landskappingini í bestu deildini sunnudagin 25. mars. Í fyrra uppskotinum er 27. og síðsta umfarið 7. oktober, og í hinum er síðsta umfarið 27. oktober.
Í fyrra uppskotinum er síðsta umfarið undan summarsteðginum tað 13., sum er sett at vera sunnudagin 24. juni. Summarsteðgurin er settur at vera fram til sunnudagin 22. juli, tá ið 14. umfar er sett at vera.
Í hinum uppskotinum er síðsta umfarið undan summarsteðginum tað 13., sum er sett at vera sunnudagin 24. juni. Summarsteðgurin er settur at vera fram til á Ólavsøku, tá ið skotið verður upp, at 14. umfar verður spælt 26., 27., 28. og 29. juli.
Í hesum báðum uppskotunum er finalan um løgmanssteypið sett at vera leygardagin 30. juni. Tað verður eisini nevnt sum ein møguleiki, at finalan verður fríggjadagin 3. august. Tá verður 14. og síðsta umfar undan summarsteðginum mikudagin 4. juli.
Strika steðgin
Undir orðaskiftinum vístu umboð fyri fleiri feløg á, at tað eigur at verða umhugsað, um tað ikki hevði verið skilagott heilt at strika summarsteðgin. Tað er longu greitt, at fýra feløg ikki fara í summarfrí, tí tey skulu luttaka í europeisku kappingunum, og royndirnar siga, at frítíðin í hinum feløgunum er ikki meiri enn ein vika ella tíggju dagar, áðrenn tað verður farið undir aftur venjingarnar.
Tað varð víst á, at tað fyri allar partar er hugaligari, um kappingin heldur fram út í eitt, tá ið vánirnar eru bestar fyri góðum líkindum, og tá ið tað er ljóst.
Um kappingin verður út í eitt, so er møguleiki fyri, at síðsta umfarið verður síðst í september. Tað hevði havt við sær, at venjingarnar undan síðstu umførunum ikki høvdu verið órógvaðar av, at bestu spælararnir vóru upptiknir av landsliðsørindum.
Í oktober eiga Føroyar heimadystir ímóti Svøríki og Írlandi, og um landskappingin verður liðug síðst í september, so ber tað í oktober møguleikar við sær hjá landsliðnum at savna seg fult og heilt um stóru avbjóðingarnar, sum eru á skránni 12. og 16. oktober.
Nú er tað upp til kappingarnevndina – við støði í orðaskiftinum sum var leygardagin – at leggja uppskot um skipan av kappingini til feløgini at gera viðmerkingar til.