?Summarsprell? í Smiðjuni í Lítluvík

Fýra sniðgevarar sýna fram í Smiðjuni í Lítluvík komandi fimm dagarnar. Talan er um Fríðgerð í Líð, Beintu K. Mouritsen, Lailu av Reyni og Inga Mariu Vang Svínoy, sum sýna fram sølu av heimagjørdum, forvitnisligum klæðum til børn og vaksin.

Tær fýra kvinnurnar hava allar viðkomandi útbúgvingar og drúgvar royndir innan sniðgeving. Áður hava tær sýnt fram undir heitinum ?Jólasprell?.

Framsýningin letur upp í dag klokkan 16 í samband við mentanarnáttina, og verður hon opin til klokkan 24 í kvøld.

Leygardagin verður framsýningin opin millum klokkan 12 og 18. Sunnudagin, mánadagin og týsdagin verður framsýningin opin millum klokkan 14 og 18 hvønn dag.