Summarsólstøða í Sandagerði mikukvøldið kl. 21

Í annaðkvøld, mikukvøldið 21. juni klokkan 21, verður árliga tiltakið Summarsólstøða í Sandagerði, sum Tórshavnar kommuna skipar fyri.

Byrjað verður við, at Ólavur á Váli spælir nøkur løg, meðan fólk savnast. Síðan verður felagssangur, røða, bál og føroyskur dansur. Skótarnir bjóða bollar og kaka. Randi Kúrberg heldur røðuna.