Summarskúli fyri ungar filmsskaparar

Í juli verður altjóða filmsskúlin, FISK2009, fyri ung millum 18 og 25 ár í Føroyum. Fýra filmsáhugaðir luttakarar úr Føroyum fáa møguleikan, og søkir klippFISK nú eftir luttakarum

klippFISK leitar nú eftir luttakarum til filmsskúlan, FISK2009, sum verður í summar. Leitað verður eftir fýra føroyskum luttakarum til skúlan, og úr hinum norðurlondunum, Skotlandi og Norðurírlandi koma millum 12-14 luttakarar. Tilsamans verða millum 16 og 18 luttakarar við á filmsskúlanum.

Harafturat verða fýra útlendskir filmsskaparar við drúgvum royndum frá filmsvinnuni við á filmsskúlanum. Teir fara at undirvísa og framleiða filmar saman við luttakarunum. KlippFISK samstarvar millum annað við SamVit, Kringvarp Føroya og aðrar føroyskar og útlendskar stovnar um FISK2009, sum tilsamans verður 14 dagar til longda, frá 6. til 17. juli. Øll búgva og eta saman í Tórshavn teir 14 dagarnar filmskúlin er. Í mars og apríl verða fýra online workshops um filmsgerð, sum luttakararnir skulu taka lut í og framleiða ein stuttfilm eftir.

FISK2009 er ókeypis fyri luttakararnar.

KlippFISK leita eftir føroysku luttakarunum til FISK2009. Øll, sum hava áhuga, eru kunnu senda eina umsókn til martin@klippfisk.fo, og siga eitt sindur um seg sjálvan. Upplýsast skal navn, aldur, bústaður, møguligar skúla- og filmsroyndir. Haraftumframt møguleika fyri at síggja filmar framleiddan av ella við umsøkjaranum, ella aðrar viðkomandi royndir. Umsøkjararnir kunnu viðmerka serligan áhuga fyri filmsgerð, til dømis framleiðslu sum heild, leiklist, leikrit, kamera, ljóð, klipping, sjónleiki ella aðrar sergreinir innan filmsgerð.

Seinasta freist at senda umsókn inn er 23. mars.


Myndatekstur:

Í summar fáa fýra føroyskir filmsskaparar møguleikan at taka lut í summarskúla fyri ungar filmsskaparar.

Savnsmynd