Sum siður er, so skipar Tórshavnar kommuna aftur í ár fyri summarsólstøðuhaldi í Sandágerði. Tiltakið byrjar hóskvøldið kl. 19 við ponyríðing og øðrum undirhaldi, serliga fyri børnini.
Í ár fer Hanus G. Johansen at spæla og syngja, áðrenn borgarstjórin, Heðin Mortensen, fer at halda summarrøðu.
Skótarnir fara at brenna stórt bál og Bjarni Restorff, kórleiðari, stendur fyri felagssanginum, sum byrjar um kl. 21.
Aftaná verður sum vanligt er sjálvandi føroyskur dansur, og vónað verður, at nógv fólk fara at nýta høvið at koma ein túr út í Sandágerði