Summarprix í Klaksvík

Komandi vikuskiftið verður summarfestivalur í Klaksvík, og nóg tónleikatiltøk eru á skránni. Fleiri barnatiltøk fara at seta dám á vikuskiftið, og eitt av teimum verður í KÍ-høllini fríggjakvøldið frá klokkan 19 til 20.
Tá skipar Angela, sum øll børn í Føroy-um kenna, fyri »summarprix« sangkapping fyri børn í aldrinum 6-13 ár.
Ingibjørg Hansen úr Mikladali, sum vann Nósabarnaprix, kemur á vitjan og fer at syngja nøkur góð og kend løg.
Tilmelding fer fram á tlf. 26 16 07. Luttak-arar kunnu eisini melda seg til kappingina fríggjakvøldið í høllini, men talið av luttakarum er avmark-að. Vinnarin fær eina peningagávu á 300 kr. og atgongumerki til øll undanumførini og finaluna í Nósabarnaprix 2006.