Brátt er summarið 2018 minnir. Miðlahúsið hevur tí fregnast, hvat nøkur av teimum, ið vit kenna úr almenna rúminum, hava tikist við í summar. Miðlafólk, tónleikarar og politikarar. Felags er, at summarið bjóðar frítíð, hvíld og ofta øðrvísi upplivingar. Her er tað Eivør Pálsdóttir, sum svarar.
Les eisini: Summarprát: Fyri fyrstu ferð á G! og Aria saman aftur
"Hóast eg nú í mong ár havi búð í Keypmannahavn, so eri eg nærum hvørt einasta ár komin heim til Føroyar um summarið. Tað kennist, sum at einki summar veruliga er byrjað, áðrenn eg havi verið heima og heilsa uppá mínar kæru vinir og familju, og so ikki minst smálombini, gulu sóljurnar og tey grønu fjøllini. Summarið í ár hevur tó verið ein blanding av festivalkonsertum, og so tað at vera heima á klettunum.
Les eisini: Summarprát: Hvíld og at løða til framførslur
Eg havi ferðast eitt sindur aftur og framm, millum annað spældi eg í Spania beint áðrenn Ólavsøku, og nú eri eg á veg til Hollands, har eg framføri á einum festivali, áðrenn leiðin gongur aftur til Danmarkar.
Les eisini: Summarprát: Rýmdi heim undan hitanum
Hóast at hettar summarið kanska hevur kenst styttri, enn onnur summur, so havi eg tó fingið føroyska summarið inn í hjartað. Bæði G! festivalin og Ólavsøkuna fekk eg eisini við, umframt nógvar góðar løtur saman við familju og vinfólki. Nú gongur leiðin aftur til Danmarkar, har eg fari at arbeiða víðari við míni komandi fløguútgávu, og eg kenni meg nøgda, og eitt summar ríkari."