Í dag byrjar SummarNám, sum er ein stuttligur og øðrvísi summarskúli, ið Margarinfabrikkin í Havn skipar fyri.
Børnini hava langa summarfrítíð, og foreldrini hava ikki altíð møguleika at hava frí saman við børnunum allar sjey vikurnar, siga tey av Margarinfabrikkini.
Í SummarNámi leggja tey dent á tað skapandi innihaldið í verksmiðjunum. Tey vísa børnunum, at tilgongdin og sambandið við onnur børn er meira umráðandi enn endaliga úrslitið.
Fyri at skapa møguleika til samanhald millum verksmiðjurnar, fara børnini hvønn dag at eta morgunmat og frokost saman. Tey fáa nýggjar vinir og læra onnur børn at kenna við øðrum áhugamálum.
Verksmiðjurnar í ár verða hesar:
Útilív
ein vika fylt við náttúru upplivingum.
Kokkarok
matgerð, matmentan, borðreiðing o.a.
Kroppur í rørslu og rúmið
børnini røra seg við at nýta dans og aðrar rørslu formar í nærumhvørvinum (úti í býar rúminum).
Uppfinnara/byggi verksmiðja
hvat kemur burturúr tingum sum onnur meta er burturkast?
Grafikkur
børnini fara at læra at arbeiða við grafikki.
Leir verksmiðja
kann man bert gera koppar úr leiri?
Tónleika verksmiðja
samanspæl, undirvísing o.a.
At ovurstórur áhugi er fyri at sleppa á SummarNám sást beinanvegin, tá tilmeldingarnar komu inn. Tað kundu tey á Margarinfabrikkini longur tíðliga í juni staðfesta, og tí máttu tey steðga tilmeldingini.
– Vónandi kann SummarNám næsta ár verða enn longri og gera at enn fleiri børn fáa møguleika at verða við á stuttliga og øðrvísi summarskúlanum hjá Margarinfabrikkini, søgdu tey á Margarinfabrikkini 10. juni.