Væl av fólki møtti til móttøkuna, tá ið listaframsýningin, Summarlist 2018 lat upp í gjár. Hans Andiras Jacobsen sang og spældi nøkur løg og Signhild V. Johannesen, forkvinna í grunninum, Mentanarhús í Klaksvík segði nøkur orð.
Serliga tey yngru, sum sýna fram, hava nomið sær listaútbúgving uttanlands, í Onglandi, Svøríki, Noregi, Danmark, Spania og Íslandi. Teirra list er á mangan hátt nýhugsandi, og við sínum íkøstum flyta tey føroysku listina, og geva henni á ein hátt ein nýggjan altjóða kendan dám.
Summarlist miðjar eftir at vísa, sokallaðu samtíðarlistina í góðum kørmum, og á einum týðandi palli mitt í býinum í Klaksvík. Nevnliga í gamla posthúsinum, sum um stutta tíð, broytir ham til eitt stásiligt mentanarhús.
Listafólkini vísa hvør í sínum lagi sína list, sum er bæði innilig og í summum førum eisini sjálvrannsakandi. Listaáhugaðir gestir kunnu fáa listaupplivingar, ið fjálga, fáa smílið fram, provokera, geva íblástur, og kanska fáa ein at hugsa, hvat list kann vera.
Men felags fyri øll verkini er, at tey eru skapt av listafólki, ið tora at standa við tað, tey umboða og hava uppá hjarta.
Tey, sum sýna fram í ár:
Astri Luihn
Dan Helgi Helgason í Gong
Fía Heinesen
Frits Johannesen
Hans Jacob Østerø
Heiðrik á Heygum
Jóhan Martin Christiansen
Jón Sonni Jensen
Jóna Rasmussen
Rannvá Holm Mortensen
Rannvá Kunoy
Rókur Heinason Heinesen
Silja Strøm
Tummas Jákup Thomsen
Niðanfyri verður røðan hjá Signhild V. Johannesen endurgivin
Summarlist 2018
Góðu tit øll
Vælkomin á Summarlist 2018, ein listaframsýning sum stimbrar undir nýhugsni, fjølbroytni og kreativitet.
Hetta er ein framsýning har fleiri listafólk, nøkur kend og onnur minni kend, í dag sleppa at vísa síni evnir. Dyrnar verða latnar upp, og vit fáa loyvi til, at traðka inn í ókendan heim.
Ítróttur hevur sína jaliga ávirkan á fólk og er fyribyrgjandi á fleiri økjum.
Tónleikur hevur sína jaliga ávirkan á fólk og letur upp fyri gleði og góðum hugaráki.
List hevur so sanniliga eisini sína ávirkan á fólk. Tað skapandi listafólki setur orð, tankar, kenslur og tað óveruliga á lørifti. Onkuntíð ítøkiliga og onkuntíð meira óítøkiliga.
Vit sum taka ímóti eru so ymisk, og kunnu tí eisini uppliva listina ymiskt. At missa fótafesti eina løtu, er at tora og at liva. Tora vit bara eina lítla løtu, at sleppa øllum forðingum í meðan vit eygleiða og granska eina mynd - eitt listaverk - verða vit óivað ovfarin av teimum kenslum, teimum síðum av okkum sum persóni, sum koma til kennar. Vit kenna bleytar, harðar, frekar og ókendar kenslur innan í okkum sjálvum. Jú, listin ávirkar okkum øll. Er tað jaligt ella ei, tað kann bara hvør einstakur sjálvur svara fyri. Og dagurin í dag, er ein dagur, har tú fært høvi til hetta.
Vit, eg og tú, sleppa at taka til okkum. Sleppa at fáa tað burtur úr, ið vit hava tørv á. Júst í tí løtu, sum eyga skoðar, nøsin luktar, hendurnar merkja og kenslurnar minnast, er upplivingin fullkomin. Løtan nú kemur ongantíð aftur, og tað sum vit fáa burtur úr í dag, fáa vit ikki aftur í morgin.
At tann skapandi listin er livandi, og flytur og broytir seg, er sjón fyri søgn. Framsýningin sum nú verður latin upp fyri almenninginum, er so kreativt og inspirerandi “mindað”, at illa ber til at bera boð um tað skapandi. Hetta skal síggjast og upplivast.
Her er tað litfagra og glaða, og her eru tær lítlu og stillu løturnar. Her eru listaverk og listafólk av alskyns slagi. Her eru litir, ljóð og vatn. Hvørt einstakt listafólk á hvør sín hátt. Soleiðis er lívið, og soleiðis skulu vit móttaka og rúma lívinum, og hvør øðrum.
Takk til tykkum, sum luttaka á hesi framsýning. Og eina stóra tøkk til Norðoya Listafelag fyri annað árið á rað, at skipa fyri eini so frálíkari framsýning í posthúskjallaranum. Hon skapar eina góða javnvág í teimum mongu tiltøkum, sum Norðoyastevnan hevur at bjóða. Soleiðis at sansirnir eisini fáa sítt.
Hervið er Summarlist 2018 latin upp!
Takk fyri!