- Vit fingu eitt gott prát, sum vardi í hálvan annan tíma, sigur Elis Poulsen, útvarpsvertur.
Elis sigur, at forsetin var ógvuliga positivur, tá teir tosaðu um Føroyar.
- Vit spurdu hann, um hann hevði hug at vitja aftur í Føroyum, og tá svaraði hann ógvuliga avgjørdur, at Føroyar var eitt av teimum londunum, sum liggja honum nærmast at hjartanum at koma at vitja.
- Og hvør veit, um ikki vit hoyra ein fittan part av samrøðuni við íslendska forsetan í útvarpinum seinni í vetur, spyr Elis Poulsen.
Elis Poulsen hevur búð nógv í Íslandi. Í 1964 flutti hann til Íslands saman við foreldrunum, og var har til 1971. Seinni fór hann yviraftur at læra til úrtagarðsmann, so Elis er væl kunnugur við íslendska málið og viðurskifti annars. Elis greiðir eisini Sosialinum frá, at Útvarp Føroya var fyrsti útlendski fjølmiðlin, ið hitti Ólav Ragnar Grímsson eftir at hann varð valdur fyrstu ferð júst tí Elis hevði so gott samband við fólkini kring forsetan.
Tað er systir Elis, Marentza Poulsen, sum hevur verið bilførari og hjálpt útvarpsmanningini annars í Íslandi.
ü
ü