Tað er rættiliga friðarligt. Í øllum førum til at vera 160 10 ára gomul børn savnaði á einum stað. At tey ikki kennast so væl enn, er kanska ein grund til, at tað ikki hoyrist meir til teirra. Tað kunnu tey heldur ikki gera, tá ið tey bara hava verið saman ein dag. Øðrvísi verður óivað hósdagin, tá ið tey skulu heim aftur eftir at hava verið saman í fimm dagar.
Tó so, á nýggja graslíkisvøllinum er nakað av rópi. Tvey av dreingjaliðunum skulu finna út av, hvør av teimum er betri. Og í hylinum, har súkklubátarnir og kano?irnar eru, er eisini nakað av rópi. Onkur av dreinginum hevur longu fingið karm, og á veg inn at skifta reypa teir um, hvussu langt upp teir gjørdust vátir.
Tað eru eisini aðrir dreingir, sum eru dýggjvátir. Tó ikki tí teir hava fingið karm. Nei, teir eru í svimjihylinum og stuttleika sær óført.
Vinna á dreingjunum
Meðan dreingirnir stuttleika sær uttanfyri við spæli, sita genturnar inni og hoyra um Ruth. Ein tíma áðrenn var tað øvugt. Tá vóru dreingirnir til bíbliutíma, meðan genturnar spældu uttanfyri.
Genturnar eru spentar at rætta fingurin upp, tá ið tær verða spurdar um okkurt og vita eisini væl at svara. Og lurta, tað gera tær. Tær vita nevnliga, at um kvøldið, so verður spurnarkapping um tað, tey hava hoyrt á bíbliutímanum, og tá ræður um at vinna á dreingjunum.
Á vegginum verða vístar litaðar glarur, sum skulu gera søguna um Ruth greiðari.
Áðrenn sjálvan bíbliutíman sungu tey. Og tá ið ymiskar rørslur vórðu gjørdar til sangin dámdu teimum sera væl.
260 fólk
160 børn eru í løtuni á 10-ára leguni í Zarepta á Vatnsoyrum. Legan byrjaði leygardagin í síðstu viku og heldur á til hósmorgunin í hesi vikuni.
Vanliga eru nakað fleiri gentur á legu á Zarepta enn dreingir. Soleiðis er eisini á hesi leguni. 8 dreingja- ímóti 10 gentuliðum. Hví tað eru nakað fleiri gentur, duga leiðararnir ikki at siga. Hvørt av hesum liðunum hevur ein ella tveir leiðarar, sum fylgja við liðnum allatíðina á leguni. Liðini bera bíbilsk nøvn. Dreingjaliðini profetisk nøvn, meðan gentuliðini bera nøvn á kvinnum í bíbliuni.
Umfram teir 160 luttakararnar á leguni, eru eini 100 starvsfólk. Starvsfólk eru kokkar, uppvaskarar, tey sum seta á og rudda av borðunum, nøkur sum burturav vaska og halda reint, umsjónarfólk, leiðarar, sum fylgja við hvørjum einstøkum liði á leguni, náttarvaktir, tey sum hava bíbliutíma, ítriv og standa fyri leguni. Nøkur onnur eru eisini, sum hjálpa til á ymiskan hátt, umframt at nøkur smærri børn hjá starvsfólki eru við.
Vinning fyri best disiplin
? Tað hevur gingið væl á leguni higartil. Men tað slepst næstan ikki undan, serliga, tá ið børnini eru so ung, at onkur leingist. Á onkrari av undanfarnu legunum eru nøkur fá børn farin heim av longsli. Enn er tó eingin farin av hesari, segði John í Skemmuni sunnudagin, tá ið vit prátaðu við hann. John hevur dagligu leiðsluna av hesi leguni.
? Vit býta børnini í tvey til bíbliutímar. Hetta gera vit fyri ikki at vera alt ov stórur bólkur samstundis, men eisini fyri betri at halda skil á.
? Vit leggja eisini dent á, at hava disiplin. Tað fyrigongur seg á tann hátt, at hvørt lið fær stig gjøgnum alla leguna, og liðið við flest stigum fær ein vinning. Børnini fáa stig fyri borðsið, møtisið, rudding og náttarfrið.
? Sjálvur haldi eg eisini tað er neyðugt við disiplin. Um ikki tað er disiplin, togar tað eisini leguna niðureftir andaliga. Gud er eisini ein ordans Gud, og eg trúgvi eisini, at hann ynskir skil og ordan í.
Koma til trúgv á Jesus
Hóast aktivitetirnir eru nógvir á leguni, er tó heilt greitt, hvat er høvuðsendamálið við leguni.
? Høvuðsendamálið er at geva børnunum Guds orð við tí fyri eyga, at tey koma á trúgv á Jesus.
? Vit hava bíbliutímar um morgunin. Fyri tey yngru børnini er tað serliga persónar í Gamla Testamenti, sum verða tiknir fram. Helst eisini nakað, sum er lætt at siga frá. Um kvøldið hava vit spurnarkappingar ella kanska okkurt barnamøti. Andakt er fyri hvørjum liði sær inni á kømrunum.
Sjálvt um høvuðsendamálið er at bera børnunum Guds Orð, so verður eisini annað gjørt á leguni. John heldur tó ikki, tað ber til at siga, at Zarepta hevur teir ymisku spennandi aktivitetirnar fyri at draga fleiri børn til legurnar.
? Eg haldi ikki tað er rætt at siga tað á tann hátt. Tað ber jú heldur ikki til bara at hava bíbliutímar, og brúka allan seinnapartin til tað eisini. Vit skulu eisini gera okkurt heilt annað og stuttleika okkum á ymiskan hátt. Hetta bæði við ymiskum spølum og at fara út í náttúruna. Eg haldi, at annað virksemi er ein nátúrligur partur av lívinum og tí eisini á legunum, sigur John.