Summarlega á Tvøroyri fyri ungar fótbóltsspælarar

Fyrst í august verður fótbóltslega á Tvøroyri fyri børn og ung, har kendur fótbóltsvenjari úr Spania leggur teimum lag á.

Tað eru TB og Royn, sum skipa fyri tiltakinum. TB og Royn hava samstarvað um ungdómasfótbólt í nøkur ár og tað hevur gingið av tí besta.

Í fjør høvdu tey teknikskúla á Tvøroyri fyri 100 børnum og aftur í ár royna tey seg við eini summarlegu.

Hetta verður ein fótbóltsskúli, sum verður frá 2. til 4. august og sum er fyri børn og ung, ið eru fødd frá 1995 til 2005, siga Niels Petersen og Milan Cimburovic, sum eru fyrireikarar.

Á leguni verður dentur lagdur á tekniskar venjingar, samstundis sum tað skal vera stuttligt at vera við.

Fyri at tryggja, at venjingarnar eru á høgum stigi, hava fyrireikararnir leitað sær til Spania eftir venjara og har eydnaðiast at fáa fatur á kenda venjaranum, Jesús Gutiérrez.

Guti, sum hann rópar seg, er sera royndur ungdómsvenjari úr spanska kongsfelagnum Real Madrid, har hann hevur vant ymisk ungdómslið í fleiri ár.

Tað kostar 400 krónur fyri hvørt barnið at vera við á leguni.