Summarlamb í Fútastovu: Eggja til at fletta um summarið

Í annaðkvøld verður aftur Summarlamb-tiltak í matstovuni Áarstovu – sum hesaferð verður í grannahúsinum Fútastovu.

 

Í mai vórðu flett 10 lomb frá Búnaðarstovuni í kollafirði. Tey verða so borðreidd upp á ymsar mátar saman við teimum fyrstu sands-eplunum og grønmeti úr Sandoy frá samtakinum Veltuni, sum marknaðarførir Sands grønmeti og frá Gróðurstøðini í Hoydølum.

 

– Har verður aftur í ár ein Mohito við føroyskari myntu og árgangs-røllikusnapsi á skránni, sigur Johan Mortensen, sum er partur av hugarokstoyminum í matstovunum »Heima í Havn«.

 

Hann greiðir frá, at kendi John Gynther frá Arla Unika, sum framleiðir nakrar av heimsins bestu ostum fer at bjóða eina ostadessert – til íblástur frá førosykum ostaframleiðarum, og Joen Pauli Joensen fer at hugleiga eitt sindur um føroyska summargastronomi í farnum døgum.

 

John Mikkelsen, sommellierur, hevur valt góð vín, og til dessertina verður sjálvandi champagna.

 

Sambært stigtakarunum er vónin, at tiltakið skal eggja til at flett verður eisini um summarið.

 

– Kanska fer tað at verða vanligt í framtíðini, at ólavsøkudøgurðin verður fekst kjøt og fyrstu eplini heiman av Sandi – og grønmeti, nú okara flora stendur í fullum blóma við hópin av átuligum urtum, blómum og soppum, sigur Johan Mortensen, sum er sera spentur til tiltakið í annaðkvøld.