Ung á Húsum fara at spæla sjónleik, og fýrverk verður á midnátt Tað er sóknarstevna á Syðradali og Húsum í dag.
Millum tað, sum er á skránni, er sjónleikur á støðni á Húsum. Sjónleikurin verður sýndur á støðni á Húsum klokkan 14.30 og aftur klokkan 19.00. Sjónleikurin eitur Húsarænararnir, og tað eru ung á Húsum, sum spæla.
Klokkan 15.30 verður kórsangur í kirkjuni á Húsum, og tá fer Andrass Joensen at siga frá um kirkjuna.
Klokkan 20 í kvøld verður felagssangur í Knúksdali, og á midnátt verður fýrverk á Syðradali. Tað er Norðoya Bjargingarfelag, sum skipar fyri.
Klokkan 22 verður dansur á ferjuleguni á Syðradali. Hallur Joensen fer at spæla.
Millum mangt annað, sum verður á skránni, eru eydnuspøl, kondibingo, framsýning av gomlum myndum, prát og frásagnir um gamlar dagar, andlitsmáling og vitjan av klovnum
Sam fer av Klaksvík til Syðradals kl. 14.15, 17.15 og 22.00. Viljin fer í nátt at sigla millum Klaksvík og Syðradal.