Hósdagin 19. juni klokkan 18 verður summarkvøld við Toftavatn.
- Tá summarið stendur í blóma, og náttúran vísir seg frá síni vakrastu síðu, bjóða Nes kommuna og Runavíkar kommuna til eina serliga løtu við Toftavatn – við tónleiki, hugleiðing og felagssangi.
Tiltakið byrjar klokkan 18, og kommunurnar siga, at farið verður til gongu frá tveimum støðum - eftir gøtuni av Svangaskarði og frá Skúlanum við Løkin klokkan 17.50.
Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, sum tekur støði í gøtunum runt Toftavatn, sum Nes kommuna og Runavíkar kommuna eru felags um.
- Í ár verður tað Marjun Niclassen, leiðari í Filmshúsinum, sum fer at hugleiða, og Jens Marni Hansen fer at syngja og spæla.
Sagt verður, at hetta er eitt ókeypis familjuvinarligt tiltak, har øll eru hjartaliga vælkomin, og okkurt verður eisini bæði at eta og drekka.
- Alt er ókeypis, er heillsanin frá Nes kommunu og Runavíkar kommunu, sum standa saman um summarkvøldið við Toftavatn.