Listasavn Føroya hevur opið hvørt mikukvøld í juni, juli og august við antin konsert ella rundvísing.
Skráin fyri summarið er Summartónar klokkan 19, dagarnar 25. juni, 9. juli, 23. juli, 6. august og 20. august.
Allar aðrar mikudagar er rundvísing klokkan 19.30, og kostnaðurin er 50 krónur.
Opið er annars allar dagar í vikuni, mánadag til sunnudag 11-17. Mikukvøld tó 10-21.