Eisini í Keypmannahavn fara tey at halda Varmakeldu og fagna summarinum, tá fólk handan Neystið í Ishøj í danska høvuðsstaðnum skipa fyri tiltaki leygardagin.
Har fara tey at fylgja kappróðrinum á Varmakeldu í Fuglafirði beinleiðis á stórskíggja, umframt at tey lokka við bæði mati og drekka.
Seinni verður føroyskur tónleikur á skránni, tá Voices of Rock, sum Dagfinn Joensen og Jógvan Óli Ellingsgaard rópa seg, fara at undirhalda við kendum tónum.
Fyriskipararnir siga annars um tiltakið, at karmarnir valla kunnu vera betri, tí Neystið hevur fingið nýggjan klædning, nýtt gólv og nýggja terassu uttanfyri.
Summarkvøldið í Ishøj byrjar samstundis sum kappróðurin á Varmakeldu verður skotin í gongd, tað vil siga leygardagin klokkan 16.00 danska tíð.
Fleiri upplýsingar um tiltakið eru her: www.facebook.com/events/246542228804019/