Summarkonsert við Cantabile

Tíðindaskriv

 

Mikukvøldið 25. juli verður ein summarkonsert við kórinum Cantabile í Kommunuskúla auluni kl. 19.00.

Í mai mánað var Cantabile á konsertferð í Danmark, har tey eisini luttóku á einari norðuratlantiskari kórstevnu. Skráin fyri konsertina mikukvøldið er í høvuðsheitum hin sama sum á Danmarkarferðini.

Cantabile hevur biðið unga trombonleikaran, Andras Olsen, verða gestatónleikara á konsertini, og hann fer at spæla tvey smærri verk. Andrass Olsen er heima í summarfrí frá sínum tónleikalesnaði í Onglandi.

Sangirnir, ið Cantabile fer at syngja á konsertini, eru eitt bland av spennandi nýggjum og góðum gomlum, av kendum føroyskum og minni kendum útlendskum sangum.

Cantabile er eitt sera virkið kór og hevur síðani síðsta summar verið

samansett av 13 sangarum, og hava tey vant undir leiðslu av Benjamin

Gaasedal, einum av teimum yngru kórlimunum, síðan Pauli í Sandágerði flutti niður. Pauli hevur tó, við jøvnum millumbilum, vitjað her heima og vant við kórinum.

Kostnaður fyri konsertina í Kommunuskúla auluni mikukvøldið 25. juli kl 19.00 er 50 krónur. Í steðginum verður ókeypis kaffi og køkur at fáa.




Cantabile hevur konsert í Kommunuskúlaauluni mikukvøldið