Summarkonsert í Tøting

Í annaðkvøld klokkan 20.30 verður ársins innandura summarkonsert í Tøting við Marius Ziska og Dánjal. Konsertin er partur av Summartónum.

Í annaðkvøld klokkan 20.30 verður ársins innandura summarkonsert í Tøting við Marius Ziska og Dánjal. Konsertin er partur av Summartónum.

Marius hevur júst verið á konsertferð í Týsklandi, har hann er og promoverar sína nýggjastu útgávu Heim/Home, ein super útgáva ið má metast sum ein tann besta føroyska tónleikaútgávan nakrantíð.

Nógv super ummæli regna omanyvir Marius og hansara manning í hesum døgum, eftir at útgávan Heim/Home sá dagsing ljós. Ummælini koma serliga úr Týsklandi og Skandinavia, har bólkurin hevur verið á konsertferð.

Marius Ziska møtur væl upplagdur við bólki.

https://www.youtube.com/watch?v=R2Gln5ZJfg4 <https://www.youtube.com/watch?v=R2Gln5ZJfg4>

https://www.youtube.com/watch?v=m8jiqe9g4kg <https://www.youtube.com/watch?v=m8jiqe9g4kg>

Dánjal:
Dánjal á Neystabø er eftir hondini ein sera royndur og virdur tónleikari, ið meistarliga megnar at bróta frá øllum øðrum tónleikasjangrum vit kenna í Føroyum.
Dánjal kenna vit annars frá tónleikaprojektum sum Tangz, Ævintýrferðin og electro bólkinum Momo.

Tónleikaverkætlanin Dánjal, ið helst fyllir mest í listamannsins tónleikahavið, flirtar Dánjal við sjangrur sum klezmer, world, folk og balkan, sett saman í ein Norðurlendskan cocktail. Tónleikurin er serstakur, feitur, glaður, inniligur og spruttar av orku.

https://www.youtube.com/watch?v=RZX9_0Sj_0o <https://www.youtube.com/watch?v=RZX9_0Sj_0o>

https://www.youtube.com/watch?v=6cnabOEXfuY <https://www.youtube.com/watch?v=6cnabOEXfuY>

Her eru nakrar viðurkenningar, ið ikki siga so lítið:

2012 Dánjal is nominated twice for Best Live Act - Danish Music Awards - World and Folk
2012 The Bubble is nominated for Danish Album of the Year, Danish Music Awards - Folk
2012 Dánjal is nominated for Danish Author of the Year (Danjal a Neystabø / Kim Nyberg), Danish Music Awards - Folk
2012 Bring Me Along is nominated for Danish Track of the Year, Danish Music Awards - Folk
2012 Dánjal is nominated for Danish New Talent of the Year, Danish Music Awards - Folk
2011 Elected for official showcase at WOMEX 2011
2010 The Palace is nominated for Best World Album, Danish World Awards 

"Dánjal stood out as one of the best performances at Womex 2011...I'm totally blown away! It's so good that words can’t describe it. Don't miss Dánjal!"
Sydsvenskan

"Danjal is a fascinating live act. It is a joy to see his music, his lyrics and his performing skills come together in one."
LIRA 

"Dánjal is a remarkable talent and this album overflows with joy, depth and artistic integrity"
Diskant 8/10 

"Outstanding and original opus - Masterly by Dánjal"
GAFFA ***** 

Til konsertina í Tøting, hevur Dánjal bólk við.