Summarkonsert á Listasavninum

Mikukvøldið hevur føroysk kvinnukvartett konsert á Listasavninum

 

 

Mikukvøldið verður konsert við kvinnubólkinum Kata á Listasavni Føroya.

 

Kata er songkvinnurnar Unn Paturson, Eyð Berghamar Jacobsen, Greta Svabo Bech, Arnfríð Lutzen og Guðrið Hansdóttir. 

 

Tær fýra fara at syngja gomul føroysk kvæða- og vísuløg umframt skjaldur, sum eru útsett av nýggjum og við kvinnurøddum í huga. Føroysku løgini eru úr laga-bókunum hjá Marionnu Clausen. Eisini verða bulgarskir fólkasangir at hoyra.