Jens Marni Hansen sigur, at hann hevur ikki havt nakra veruliga summarfrí í fleiri ár.
- Bara onkrar løtur nú og tá, sum hann tekur til.
Men, hvat fer Jens Marni so at brúka summarfrítíðina 2022 til?
- Tær løtur, eg fái í summar, fari eg at brúka í bátinum saman við familjuni, sigur hann.
Fert tú at ferðast – í Føroyum ella uttanlands?
- Í summar verður tað bara í Føroyum.
Hvat søkir tú mest, tá tú ferðast – samveru, støð ella sól?
- Tað er samvera og sól, sigur Jens Marni Hansen, tá hann verður spurdur um summarið 2022.