Summarið er ikki heilt farið enn

Yvirhøvur turt og sólglottar alla vikuna

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, boðar frá turrum veðrið hesa vikuna.

 

Nakað av vindi verður, mánadagin upp í hvassan vind av norðri, týsdagin upp í strúk av norðri, men mikudagin og hósdagin minkar hann vindin nakað.

 

Hitin verður ikki tann heilt stóri, millum sjey og tíggju stig, men sum sagt, yvirhøvur turt og sólglottar.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini.